Innanlands

Rendi á ein garð

Eitt ferðsluóhapp var í Havn í kvøld, men tíbetur var eingin fólkaskaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-10-17 19:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eitt ferðsluóhapp hendi á Sundsvegnum í Havn í kvøld. 

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur rendi á ein garð.

Eingin mansskaði hendi, men bilførarin varð koyrdur á sjúkrahúsið til nærri kanningar sum vanligt er í slíkum føri.

Bilurin fekk nakað av skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder