Mentan

Reiley á Summar Festivalin

Havnarmaðurin, ið luttók í Eurovision í síðstu viku, skal fyri fyrstu ferð framføra á Vágsbøi í august

Stóra føroyska poppnavnið verður á størsta pallinum í Føroyum seinni í ár. Hetta hevur Summar Festivalurin í dag kunngjørt (Mynd: Sverri Egholm)

Stóra føroyska poppnavnið verður á størsta pallinum í Føroyum seinni í ár. Hetta hevur Summar Festivalurin í dag kunngjørt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-17 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur verið í brennideplinum seinastu tíðina. 25-ára gamli Rani Petersen úr Tórshavn, við listanavninum Reiley, vann sær í februar pláss í Eurovision sangkappingini - hetta við at vinna danska Melodi Grand Prix'ið.

Tað var í síðstu viku, at Reiley framførdi á stóra pallinum í Liverpool og fyri heilt nógvum milliónum av sjónvarpshyggjarum. Tað eydnaðist ikki unga føroyingunum at koma í stóru finaluna.

Seinni í ár verða Eurovision-sangurin "Breaking My Heart", "Let It Ring" og hini hittini hjá Reiley at hoyra á Vágsbøi. Hesum boðar Summar Festivalurin frá í tíðindaskrivi í dag.

- Poppsangarin Reiley er helst kendasti føroyski tónleikarin í løtuni. Hann hevur seinnu árini fingið risastóran fjepparaskara kring allan heimin, og luttøka hansara í heimsins størstu sangkapping, Eurovision, hevur givið honum umrøðu og umtalu, sum eingin føroyskur tónleikari áður hevur fingið.

Festivalurin skrivar, at landsins størsti tónleikapallur á Vágsbø er sum gjørdur til størstu føroysku poppstjørnuna, og ung sum gomul fáa har møguleikan at uppliva gávaða sangaran og hansara litríka show.

- Reiley er dugnaligur og kreativur tónleikari, sum skrivar fangandi poppsangir, syngur, dansar, framførir og skapar sítt egna úttrykk við litum og ljóði. Hann hevur sáttmála við kenda amerikanska plátufelagið Atlantic Records, sum eisini hýsir heimsstjørnum sum Ed Sheeran, Bruno Mars, Cardi B og Kelly Clarkson. Reiley er eitt heilt serstakt talent, sum er komin langt í altjóða tónleikavinnuni og kann koma enn longri næstu árini.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august. Á midnátt í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder