Stóra regattasiglingin í Sundalagnum verður seinnapartin í dag. Siglt verður av Eiði, um brúnna við Streymin og til Hósvíkar, har nógv er á skránni.
Árabátarnir fara av Eiði í seinasta lagi klokkan 16, og motorbátarnir hálvan tíma seinni. Farið verður um brúnna beint fyri klokkan 18, siga fyriskipararnir.
Komið verður til Hósvíkar um hálvgun sjey tíðina, har bátafólkið í Bygdarhúsinum fær døgurða frá lokala Ruben Busk.
Um kvøldið vera framførslur í Tónaneystinum við Herborg Torkilsóttir, Hanusi G. Johansen Stongus og Guttesen og síðani verður felagssangur við Janusi Trúgvason á keiøkinum.
Bergtórur Bjarkhamar hevur røðu á kaiøkinum klokkan hálvgun tólv og á midnátt verður dansur í bygdarhúsinum við Hans Jacob Hjelm.
Undirtøkan hevur undanfarin ár verið góð. Í fjør vóru eini 150 bátar við í regattasiglingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald