Innanlands

Rannvá Reginsdóttir Hentze nýggjur leiðari á Gjáa

Hon avloysir Dagbjørt Ó. Hansen, sum hevur verið leiðari á dagstovninum Gjáa síðan 2011

2022-10-21 17:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eysturkommuna hevur sett Rannvu Reginsdóttir Hentze í starv sum leiðara á dagstovninum Gjáa við Gøtugjógv.

Rannvá er útbúgvin námsfrøðingur og hevur síðan 2017 virkað sum varaleiðari á Gjáa.

Hon avloysir Dagbjørt Ó. Hansen, sum hevur verið leiðari á Gjáa síðan 2011. Rannvá Reginsdóttir Hentze byrjar í nýggja starvinum 1. november 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder