Mentan

Rannva Kunoy sýnir fram í Saatchy Gallery í London

Rannva Kunoy er við á framsýningin THE LONG NOW, sum er opin frá 5. november 2025 til 1. mars 2026

2025-11-15 09:13 Author image
Innsent
placeholder

Framsýningin er í væl kenda og væl umtókta Saatchi Gallery, sum hátíðarheldur heili fýra áratíggjur við samtíðarlist.

Framsýningin er opin í fýra mánaðir, so møguleikarnir eru framúr góðir til at síggja verk hjá Rannvu í diaogi við aðra samtíðarlist.

Rannva hevði ta sterku og serstøku listaframsýningina í Atlantic Airways Aviation Academy í juni í ár – ein heilt serlig framsýning har list og maskina møttust.

Nú ber til at uppliva hennara verk í tvørfakligum dialogi við onnur samtíðar listaverk. Verk frá øðrum listagreinum, so sum video, standmyndalist, málingalist og innrætting. Hetta er ein gyltur møguleiki at uppliva verkini hjá Rannvu í einum nýggjum, breiðum og altjóða høpi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder