Mentan

Ræst nummar seks í ríkinum

Lítla matstovan í Gongini fær 38 av 40 møguligum stigum frá White Guide fyri matin – og 94 av 100 møguligum fyri heildarupplivingina

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2025-11-17 21:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan Ræst í Gongini í Havn er millum tær 10 betu matstovurnar í Danmark, sambært White Guide.

Í kvøld vórðu ársins bestu sambært White Guide kosin. Fyrr í kvøld varð avdúkað, at Karin Visth vann ársins Jan Restorff.

Men sæð við føroyskum eygum var eisini spenningur um, hvat úrslitið gjørdist, tá Danmarkar besta matstova skuldi kjósast, tí Ræst var millum tær tilnevndu.

Ikki óvæntað var tað Alchemist, sum varð kosin besta matstova í Danmark. Tað kann næstan ikki gerast meira perfekt, tí Alchemist fekk 39 út av 40 stigum fyri matupplivingina og 99 av 100 fyri heildarupplivingina.

Á øðrum plássi kom Noma við 39/98

Á triðja plássi komu Kadeu Kbh. og Jordnær við 38/97.

Á fimta plássi kom Geranium við 38/96.

Og á sætta plássi kom Ræst saman við matstovuni Koan. Tær fáa 38 av 40 møguligum stigum fyri matin og 94 av 100 fyri heildarupplivingina.

Nummar 8, 9 og 10 gjørdust AOC, Frederikshøj og Lyst við 37/95.

[object Object]
Sebastian Jimenez, meksikanski høvuðskokkurin á Ræst, sum fyrr í heyst var heiðraður av The Best Chef fyri at vera millum heimsins mætastu kokkar (Mynd: Ingi Samuelsen)


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder