Mentan

Ráðstevna um at undirvísa fleirmæltum í føroyskum verður 22. mars

Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi og politikkarar. Hon verður hildin í Kongshøll

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll

2024-03-07 13:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mentanarliga og málsliga eru Føroyar fjølbroyttar, og tað setir krøv til okkara skúlaverk og myndugleikar at fylgja við. Tí verður skipað fyri ráðstevnu 22. mars um tað lutfalsliga nýggja fakøkið í Føroyum, sum eitur Føroyskt sum annaðmál.

Hetta er eitt fak, sum er neyðugt fyri at geva fólki í Føroyum, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, nøktandi undirvísing og harvið amboð til at fóta sær væl í okkara samfelag til gagns fyri øll. 

Fyriskiparar eru umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya og lærarar, sum nýliga - og sum teir fyrstu - hava staðið Diplomútbúgving í Føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini. 

Á ráðstevnuni verða fyrilestrar, styttri framløgur, uppsløg og samrøður, sum bæði snúgva seg um politikk og praksis á økinum.

Málbólkurin fyri hesa ráðstevnu eru lesandi og skúlafólk á øllum stigum, eisini leiðslustigi, umframt politikarar, sum skulu seta karmarnar fyri okkara skúlaverk nú og komandi.

Tey, sum koma á ráðstevnuna, fáa  millum annað innlit í hvat føroyskt sum eitt annaðmál er, altjóða og føroyska gransking  karmar og fyriskipan av økinum

Ráðstevnan verður hildin í Kongshøll á Vestara Bryggju frá klokkan 9 til umleið klokkan 15. Ráðstevnan er ókeypis - tó er tilmelding neyðug. Til ber til at melda seg til á atgongumerki.fo.

Skráin sæst her

Fróðskaparsetur Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder