Mentan

Ráðstevna: Kappingarføri – orkuprísir og grøn orka

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri ókeypis ráðstevnuni 12. november kl. 13-16 í Løkshøll – Á skrá eru fleiri fyrilestrar umframt pallborðsorðaskifti

Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum fer m.a. at greiða frá sínum framtíðarhugsanum tá ið tað kemur til kappingarførið hjá føroysku vinnuni, og hvussu kostnaðurin av umskiftinum til grøna orku skal skipast

Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum fer m.a. at greiða frá sínum framtíðarhugsanum tá ið tað kemur til kappingarførið hjá føroysku vinnuni, og hvussu kostnaðurin av umskiftinum til grøna orku skal skipast

2020-11-08 12:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til fyrilestrar og pallborðsorðaskifti um grøna orkuskiftið. Ráðstevnan er liður í arbeiðinum hjá felagnum at seta fokus á kappingarførið og hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið, sum býr í landinum, og fyri føroyska vinnulívið.

Fýra fyrilestrar verða á skránni. Helgi Abrahamsen, landstýrismaður í vinnu- og umhvørvismálum fer at greiða frá sínum framtíðarhugsanum tá ið tað kemur til kappingarførið hjá føroysku vinnuni, og hvussu kostnaðurin av umskiftinum til grøna orku skal skipast.

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, fer at koma inn á, hvussu vit flyta okkum frá einum samfelag, sum í stóran mun verður rikið við innfluttari olju til eitt samfelag, har orkunýtslan verður grundað á egið tilfeingi. Víst verður eisini á møguleikar at flyta stórar partar av oljunýtsluni yvir á varandi orkuloysnir, til elframleiðslu, upphiting og flutning á landi.

Kári Mortensen, deildarleiðari í orkumálum á Umhvørvisstovuni, fer at vísa á møguleikar, sum eru fyri at umleggja frá olju til varandi orku, at vísa á dømi um grønar verkætlanir, og at hugleiða um, hvussu vit fáa fleiri herðar at lyfta í orkuskiftinum.

Til seinast fer Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum, at greiða frá gongdini í elprísunum til føroyska vinnulívið seinnu árini, og at samanbera við gongdina í øðrum londum.

Luttakarar í pallborðsorðaskiftinum verða Hákun Djurhuus, Helgi Abrahamsen, Hendrik Egholm, Kári Mortensen og Regin Jacobsen. Orðstýrari verður Bergur Poulsen.

Ráðstevnan er almen og ókeypis, tilmelding er tó neyðug á her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder