Innanlands

Ráðstevna í Havn um endurskapandi ferðavinnu

Í hesum døgum skipa NORA og Visit Faroe Islands fyri ferðavinnuráðstevnu, og í sambandi við, at luttakararnir komu til Føroyar, var Tórshavnar kommuna vertur fyri einari samkomu í Mullers Pakkhúsi í gjár, har Kristianna Winther Poulsen vegna kommununa, nýtti høvið at bjóða luttakarunum vælkomnum

Kristianna Winther Poulsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Kristianna Winther Poulsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-10-20 18:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum verður skipað fyri ráðstevnuni "Regenerative tourism - Building a healthy tourism in the Nordics". Talan er um ráðstevnu, sum NORA og Visit Faroe Islands skipa fyri. Hon snýr seg um, hvussu ferðavinnan kann reisast aftur eftir koronafarsóttina, og hvussu ferðavinnan framyvir kann skipast betri og burðardyggari.

M.a. verður viðgjørt, hvussu vit tryggja at ferðavinnan tekur atlit til umhvørvið, og hvussu ferðavinnan í størri mun kann koma íbúgvum á staðnum til góðar. Hetta og annað fara føroyskir og altjóða serfrøðingar innan økið at umrøða á ráðstevnuni komandi tveir dagarnar, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í sambandi við at ráðstevnuluttakarnir komu til Føroyar, var Tórshavnar kommuna vertur fyri einari samkomu í Mullers Pakkhúsi í gjár, har Kristianna Winther Poulsen vegna kommununa, nýtti høvið at bjóða luttakarunum vælkomnum.

Í røðu sínari tosaði Kristianna Winther Poulsen m.a. um ferðavinnupolitikkin hjá Tórshavnar Kommunu. At kommunan er í gongd við at orða ein nýggjan ferðavinnupolitikk, sum kann byggja víðari á tað arbeiðið sum longu er gjørt.

Vísandi til koronafarsóttina, nevndi Kristianna Winther Poulsen eisini, hvussu ferðavinnan um allan heim hevði upplivað ein stóran stoyt. Men samstundis kann hetta tíðarskeiðið gerast eitt gott høvi til umhugsni, segði hon.

Myndir frá samkomuni síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder