Innanlands

Radio.fo – Nýggj útvarpsstøð á netinum

Jólaløg og hugnalig jólalig innsløg eru at hoyra á útvarpsrásini her í desember

Jógvan Poulsen, samskipari hjá radio.fo

Jógvan Poulsen, samskipari hjá radio.fo

2020-12-10 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein nýggj útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós. Radio.fo eitur støðin, sum bert hoyrist á internetinum.

- Vit eru ein røð av “radio-aktivum” og radio-áhugaðum fólkum, sum mynda nýggja útvarpið. Í desember spæla vit nógvan jólatónleik og hava fleiri hugnalig og jólalig innsløg. Vit vóna, at lurtararnir taka væl í móti Radio.fo og vilja fegin hoyra frá tykkum, skrivar Jógvan Poulsen, samskipari hjá radio.fo í eini fráboðan.

Jógvan Poulsen hevur útvarpsroyndir eitt nú frá sendingini Andøvsløtan á R7, har hann stundum hevur loyst fasta vertin, verfaðirin Óla Breckmann, av.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder