Mentan

Radio Ga Ga á FM1 fríggjadagin

Fríggjadagin 11. september kl. 13-15 seta vit Queen undir nálina á FM1 í sendingini Radio Ga Ga. Nú besti Queen coverbólkur vitjar við Tjarnir bert eina viku eftir, at Freddie Mercury hevði fylt 80 ár.

2026-09-08 20:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin 11. september kl. 13-15 seta vit Queen undir nálina á FM1 í sendingini Radio Ga Ga. Nú besti Queen coverbólkur vitjar við Tjarnir bert eina viku eftir, at Freddie Mercury hevði fylt 80 ár.

Hetta verður ein sending fylt við ódeyðiliga tónleikinum hjá einum av heimsins bestu rokkbólkum gjøgnum tíðirnar, stuttligum kappingum, góðum vinningum, práti við ein kendan rokksangari, ið náddi at uppliva Queen við Freddie live og nógvum øðrum spennandi.

Queen skapti eina so langa røð at klassikarum, at tað er torført at gera ein topp lista, uttan at máa velja fleiri klassikarar frá. Hóast Freddie Mercury legði árarnar inn fyri 35 árum síðan, einans 45 ára gamal, so liva løgini víðari: "Somebody to Love", "Another One Bites the Dust", Radio GaGa, "We Will Rock You", Who Wants to Live Forever", "Don’t Stop Me Now", "We Are the Champions", "Love of My Life", "Under Pressure", "Crazy Little Thing Called Love", "Killer Queen" og sjálvandi "Bohemian Rhapsody" vera allir at hoyra í sendingini, umframt fleiri onnur góð løg.

Hetta verður eitt høvi hjá tykkum lurtarum at hita upp til stóra brakið leygarkvøldið við Tjarnir. Tá Queen Machine og Moirae fara á pall.

[object Object]Queen Machine fer á pallin við Tjarnir leygardagin 

Queen Machine skal í heyst spæla í bæði Royal Arena og Boxen í Herning, og hevur spælt á nøkrum av størstu pallum í Norðurlondum.

Lastbilarnir eru pakkaðir og sendir til Føroya, stóra toymið av hjálparfólki er klárt at umskapa høllina til hetta stórfingna show, har tónleikurin verður borðin fram í teimum stórslignu karmum, ið vit eiga at uppliva hann.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder