Uttanlands

Ráðharri verjir avtøkuna av minkunum

Politikarar krevja, at Mogens Jensen leggur frá sær. Danska stjórnin hevur framt lógarbrot

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-17 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mogens Jensen, danski ráðharrin við matvørumálum, situr í morgun í samráði á Christiansborg fyria t greiða frá, hvat hendi tá stjórnin uttan lógarheimild gav boð um at drepa allar minkar í Danmark.

Fráboðanin kom 4. november, men fáar dagar eftir stóð greitt, at lógarheimildin ikki var til staðar.

[object Object]
Mogens Jensen

- Eg havi við fleiri høvi viðurkent, at vit hava gjørt eitt mistak. Tað er ikki heimild í løtuni at kravja, at minkar uttan fyri økini verða tiknir av. Og tað skal tað vera.

- Vit hava nú eina avtalu, sum gevur okkum hetta. Eg vil fegin bera donskum minkabóndum eina umbering fyri, at tað ikki kom fram at hetta varð gjørt uttan lógarheimild, segði Mogens Jensen í samráðnum, sum kann fylgjast á dr.dk.

Tað er flokkurin Liberal Alliance, sum hevur kallað ráðharran í samráð. Alex Vanopslagh, floksformaður, hevur sagt, at stjórnin hevur “framt eitt brotsverk”. Hetta sigur hann, tí avtøkan av minkunum er hildin fram hóast lógarheimildin enn ikki er fingin. Fleiri fólkatingslimir krevja nú, at ráðharrin leggur frá sær.

Danska stjórnin gjørdi í gjárkvøldið eina avtalu við vinstra vongin í Fólkatinginum um at fáa neyðugu lógarheimildirnar til vega. 

[object Object]
Danskir bóndur í Norðurjútlandi vísa sína ónøgd yvir avgerðina hjá stjórnina (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder