Mentan

Queen Machine við Tjarnir

Ivaleyst besta Queen show í Evropa, Queen Machine, spælir við Tjarnir 12. september 2026. Atgongumerkini fara til sølu fríggjadagin

2025-11-19 19:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt oman fyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið. 

Tað er longu kunngjørt, at Queen Machine spæla í Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning næsta vetur, men áðrenn hetta, sleppa vit at uppliva teir á føroyskum palli við Tjarnir.

Hvør einasta konsert er eitt stórsligið og kompromisleyst show við nógvari orku og spæligleði. 

Ódeyðiligu hittini hjá Queen fáast satt at siga ikki betri á palli enn, tá Queen Machine framførir tey. Hetta er eitt einastandandi show, ið rakar áskoðaran beint í hjartað. 

[object Object]

Úr stóru lagaskjáttini hjá Queen leverar Queen Machine hitt sum ‘We Will Rock You’, ‘Bohemian Rhapsody’, ‘I Want To Break Free’, ‘A Kind Of Magic’, ‘Don’t Stop Me Now’ og ‘Somebody To Love’.

Her er einki spart, tá tað snýr seg um konfetti, ljós og pallbúnar.

Men mest av øllum so vera sangirnir hjá Queen framførdir við kærleika, nærlagni, virðing og orku av sera væl spælandi bólkinum, meðan karismatiski oddamaðurin, Bjarke Baisner, roynir at lyfta arvin eftir Freddie Mercury, við síni imponerandi rødd.

Í 2022 ferðaðist Queen Machine í Danmark, Svøríki, Monaco og Stórabretlandi. Serliga konsertin í London á Eventim Apollo (fyrrverandi Hammersmith Apollo), har Queen sjálvir hava spælt átta ferðir, stendur sum ein varði fyri Queen Machine. Konsertin varð framførd saman við London Symphonic Rock Orchestra og West End-stjørnuni Kerry Ellis.

Í 2023 luttók Queen Machine í beinleiðis sendingini ‘Knæk Cancer" á TV2. Queen Machine var av hyggjarum kosið sum kvøldsins besta innslag og var, saman við øllum Danmark, við til at savna 113 milliónir inn til danska krabbameinsfelagið.

Í 2024 var Queen Machine á konsertferð við Danmarks Underholdningsorkester, har ikonisku løgini hjá Queen fingu ein symfoniskan ljóm. Ferðin var ein dundrandi suksess við millum annað trimum útseldum konsertum í DR Koncerthuset í Keypmannahavn.

2025 byrjaði við fýra útseldum konsertum í Operahúsinum í Keypmannahavn við showinum "Our Night At The Opera". Árið endar við yvir risastórari konsertferð, sum tekur støði í 40-ára hátíðarhaldinum fyri LIVE AID-konsertini frá 1985.

Tað er EpicLive, ið skipar fyri konsertini við Queen Machine í Føroyum.

Atgongumerkini fara til sølu á tjarnir.fo fríggjadagin kl. 13.00. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder