Innanlands

Prutlið var ikki í lógligum standi

Ein prutlførari varð tikin í Sandoynni í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-19 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár steðgaði løgreglan einum prutli í Sandoynni, sum ikki var í lógligum standi.

Tað hevði hvørki nummarplátu ella ljós, og førarin var heldur ikki í hjálmi. Umframt hetta var prutlið eisini bygnaðarbroytt, so tað kundi koyra nógv skjótari, enn tað hevur loyvi til.

Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman, men hetta kundi koyra heilar 85 kilometrar um tíman, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at førarin tó hevði koyrikort til prutlið.

Umframt hetta steðgaði løgreglan eisini einum bili í Eysturoynni, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder