Uttanlands

Putin til Kina í komandi viku

Týsdagin, stutt eftir, at amerikanski forsetin hevur verið í Kina, skal russiski forsetin eisini hitta kinesiska forsetan

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og russiski forsetin, Vladimir Putin í Kina í september 2025 (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping og russiski forsetin, Vladimir Putin í Kina í september 2025 (Mynd: EPA)

2026-05-16 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur amerikanski forsetin, Donald Trump vitjað í Kina, og í komandi viku skal eisini russiski forsetin, Vladimir Putin á almenna vitjan í Kina.

Putin vitjar í Kina týsdagin 19. og mikudagin 20. mai, og skal hann m.a. hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping, upplýsir Kreml.

Teir báðir skulu umrøða viðurskiftini millum Russland og Kina, eins og altjóða viðurskifti verða umrødd.

Í februar 2022 skrivaðu Russland og Kina undir samstarvsavtalu "uttan mørk". Hetta var stutt undan russisku innrásini í Ukraina.

Kreml upplýsir, sambært Ritzau, at ein felags fráboðan á hægsta stigi verður undirskrivað í komandi viku, umframt fleiri onnur skjøl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder