Uttanlands

Putin og Witkoff hittast týsdagin

Amerikanski sendimaðurin fer til Moskva at hitta russiska forsetan, eftir at samráðingar hava verið millum USA og Ukraina seinastu dagarnar

Amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff (Mynd: EPA)

Amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff (Mynd: EPA)

2025-12-01 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í morgin hittast amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff og russiski forsetin, Vladimir Putin í russiska høvuðsstaðnum Moskva.

Amerikanski forsetin, Donald Trump boðaði í gjár frá, at Witkoff í vikuni fór til Moskva, og talsfólk hjá russisku stjórnini váttar nú, at fundurin er settur at vera týsdagin.

Hesin fundurin kemur eftir, at umboð fyri USA og Ukraina hava fundast í Sveis og USA seinastu vikuna. Partarnir hava umrøtt eitt uppskot til friðarætlan fyri Ukraina, og tað verður, sum skilst, eisini evnið á fundinum millum Witkoff og Putin.

Trump var jaligur um samráðingarnar, tá hann tosaði við journalistar í gjár, og hevði hann góðar vónir um, at ein friðaravtala fór at koma í lag.

Eisini amerikanski uttanríkismálaráðharrin segði, at samráðingarnar høvdu verið úrtøkumiklar, men enn er nógv arbeiði eftir, legði hann afturat.

Les eisini: – Sera úrtøkumiklar samráðingar millum USA og Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder