Innanlands

Prógvhandan á Hægri Námi á Glasi

Hesar yrkisútbúgvingarnar hava stóran týdning, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum var gestarøðari í gjár

(Mynd: Tórshavnar kommuan)

(Mynd: Tórshavnar kommuan)

2021-06-24 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, mikudagin, fingu lesandi innan marknaðarførðslubúskap, framleiðslutøkni, akademiútbúgving og HD prógv á Glasi í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt gestarøðuna.

Í røðu sínari nevndi borgarstjórin m.a., at tað longu eru trý ár liðin síðan, fólk á fyrsta sinni sluppu inn at síggja "henda ótrúliga fína bygningin, eina perlu í føroyskari skúlasøgu, ein íløga í ungdóm og útbúgving, ein karmur, har næmingar síðan við ábyrgd hava nomið sær kunnleika".

Borgarstjórin nevndi eisini, hvussu stóran týdning akkurát hesar útbúgvingarnar hava. Tær sonevndu yrkisakademisku útbúgvingarnar eru serstakar og spennandi, tí tær geva førleikar, sum beinleiðis kunnu brúkast, bæði í privatari og almennari vinnu, innan- sum uttanlands, segði hann.

Borgarstjórin endaði hugnaligu samkomuna við at ynskja øllum tillukku við útbúgvingini og próvnum og bestu eydnu í teirra komandi yrki.

Fleiri myndir frá prógvhandanini síggjast her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder