2025-06-19 19:55

Í góðveðrinum í dag var prógvhandan á TSK, tá ið fýra næmingar á Serbreytini fingu handað prógv. Til prógvhandanina hildu Helena Jørmundson, forkvinna í Javna, og Maja Joensen, starvsfólk á Serbreytini, røðu fyri pisunum. Eftir prógvhandanina varð boðið til ábit.
Tey, sum fingu prógv, eru: Kristian Bólstein, Ronja Nysted, Laura Johannesen og Ronja Høghamar.
Eisini fingu Laura Johannesen og Kristina Zachariassen eina gávu fyri bestu uppmøting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald