Innanlands

Posta og Magn í samstarv um pakkaavgreiðslu

Kundar hjá Posta kunnu heinta og lata pakkar inn við kassan í Magn-handlunum

2020-10-01 09:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frá í dag, 1. oktober, fara Posta og Magn undir nýtt samstarv, ið merkir, at viðskiftafólk kunnu heinta og lata inn pakkar beinleiðis við kassan í Magn-handlunum.

Internethandilin í Føroyum veksur við fullari ferð. Posta ber fleiri pakkar út enn nakrantíð áður við klæðum, innbúgvi, barnaútgerð og øðrum til føroyingar kring alt landið.

Frá í dag fara Posta og Magn undir eitt pakka-samstarv, ið merkir, at pakkar kunnu latast inn við kassan á Magn, bara postgjaldið er goldið frammanundan á Posta-appini. Samstundis kunnu pakkar, ið Posta ikki fær borið til dyrnar, t.d. um ongin er heima, heintast í upplatingartíðini hjá øllum Magn-støðum kring landið.

Posta víðkar tænastuna
Joel undir Leitinum, stjóri í Posta, fegnast um møguleikarnar, ið samstarvið hevur við sær:

- Posta hevur arbeitt miðvíst við at betra tænastuna, eitt nú hava vit lanserað Posta-appina og sjálvgreiðsluna. Vit hoyra frá okkara viðskiftafolkum, at tey ynskja, at tað gerst einfaldari og smidligari at senda og heinta pakkar. Við pakkastøðini á Magn kann pakkin latast inn við kassan, tá ið postgjaldið er goldið á appini. Tá ein pakki skal heintast, er fráboðanarseðilin, sum vit øll kenna, nokk til at fáa pakkan útflýggjaðan. Vit víðka tænastuna og við hesum setir Posta nýggjan standard fyri, hvussu lætt pakkar kunnu avgreiðast.

Pakkastøðirnar á Magn fylgja vanligu upplatingartíðunum, sum eru frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi allar dagar í vikuni.

- Júst tað er ein fyrimunur fyri viðskiftafólkini. Pakkastøðin er har, sum føroyingar longu eru, sigur Joel undir Leitinum.

Finn Jakobsen, stjóri á Magn, sigur um samstarvið:

- Okkara støðir hava góðar staðsetingar. Við hesum meta vit at kunna veita ein góða tænastu til viðskiftafólk runt alt landið, so tað verður bæði lættari og skjótari at fara eftir sínum pakkum.

Tíðindaskriv frá Posta

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder