- Vit nærkast. Á Christiansborg verður tosað um, at valið verður útskrivað síðst í februar til at vera síðst í mars.
Tað segði Noa Redington, politiskur viðmerkjari hjá TV2 í kvøldarsendingini hjá sjónvarpsstøðini í kvøld.
Hann kom beinleiðis í upptøkuhølini av Christiansborg, har tey so smátt gera klárt til val.
- Tað er forsætisráðharrin, sum avger, nær valið skal vera og tað í seinasta lagi 31. oktober í ár. Men tá man hyggur eftir, hvat hendir á Christiansborg, so eru so nógv ting sett í verk, at tað verður trupult at fáa tannkremið inn í tupuna aftur.
- Forsætisráðharrin kann missa stýringina av donskum politikki, um hon ikki útskrivar val í øllum førum áðrenn summarfrítíðina, segði Noa Redington.
Veljarakanningarnar síggja hampiligar út hjá Sosialdemokratunum og Moderaterne. Sosialdemokratarnir standa til at fáa 22,7 prosent í nýggjastu kanningini hjá Megafon fyri TV2. Hetta er ein afturgongd upp á 4,8 prosentstig í mun til valið í 2022, men væl betri enn veljarakanningin hjá Megafon í desember 2025 sum gav Mette Frederiksen og hennara 17,7 prosent.
Moderatarnir standa til at fáa 6,4 prosent í nýggjastu kanningini, og tað er ein afturgongd upp á 2,9 prosentstig síðan valið. Í kanningini í desember stóð flokkurin hjá Lars Løkke Rasmussen til at fáa bara 2,2 prosent, og møguleiki var fyri, at flokkurin ikki kom rakk inn um tinggáttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald