Uttanlands

Politiskur toppkandidatur handtikin fyri at deila drápssjónband

Jeppe Juhl sum stillar upp fyri Nye Borgerlige er handtikin fyri at deila sjónband av drápinum av donsku og norsku gentunum í Marokko

Jeppe Juhl (Mynd: Scanpix Denmark)

Jeppe Juhl (Mynd: Scanpix Denmark)

2019-05-08 16:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jeppe Juhl, sum er toppkandidatur hjá Nye Borgerlige til fólkatingsvalið í Danmark, varð í gjár handtikin fyri at deila drápssjónband.

Berlingske skrivar, at Jeppe Juhl er handtikin, tí at sjónbandið av drápinum av donsku Louisa Vesterager Jespersen og norsku Maren Ueland er deilt á hansara miðli Newspeek.

Genturnar vóru funnar deyðar 17. desember í fjør. Tær vóru dripnar av yvrigangsmonnum, sum søgdu seg stuðla Islamiska Statin.

Í Danmark eru 14 fólk fyrr ákærd fyri at hava deilt sjónbandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder