Innanlands

Pitsa við atamjaðarurt kosin besta í Danmark

Gomul føroysk gagnplanta gjørdi útslagið, tá malaisiski kokkurin í Áarstovu fekk stóran heiður um vikuskiftið

2025-08-18 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Matstovan Áarstova er annars ikki kend fyri at borðreiða við pitsa, og okkum vitandi er pitsan heldur ikki komin á matskránna.

Men Áarstova kann nú breggja sær við at eiga bestu gourmet pitsu í ríkinum. Hetta hendi um vikuskiftið, tá høvuðskokkurin í Áarstovu, Roy Yeow úr Malaisia, vann danmarksmeistaraheitiðfyri bestu gourmet pitsu í 2025.

Og tað heilt serliga við hesi pitsuni er, at kokkurin hevur brúkt, umframt nýggj epli úr Føroyum, heldur sjáldsomu føroysku gagnplantuna atamjaðarurt, sum smakk á pitsuna, ið av dómarunum varð mett at verða ársins besta gourmet pitsa.

Atamjaðarurt hevur í øldir verið brúkt sum gagnplanta í Føroyum, eitt nú tá mjøður varð bryggjaður. Danska navnið á plantuni er ‘mjødurt’.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder