Fríggjadagin varð ein málningur hjá spanska listamanninum Pablo Picasso, sum ikki hevur verið sæddur í yvir 80 ár, seldur fyri 27 milliónir evrur á uppboðssølu í franska høvuðsstaðnum París.
Við keypsavgjaldi er samlaði prísurin 32 milliónir evrur - 239 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan AP.
Málningurin ber heitið "Bust of a Woman with a Flowered Hat". Hann varð málaður í juli 1943 og ímyndar eina kvinnu í einum litríkum blómuhatti. Mett verður, at kvinnan á málninginum er franska listakvinnan og myndakvinnan Dora Maar, sum var elskarinna hjá Picasso.
Málningurin varð seldur á auktiónshúsinum Drouot í París. Sambært talsfólki hjá auktiónshúsinum, varð málningurin seldur einum útlendskum keypara, sum var til staðar í salinum undir uppboðssøluna.
Minstiprísurin fyri málningin var átta milliónir evrur - 60 milliónir krónur. Endaligi prísurin gjørdist, sum áður nevnt 32 milliónir evrur, og tað er higartil hægsti prísurin fyri eitt listaverk, sum er selt í Fraklandi í ár.
Hetta var tó ikki dýrasta listaverkið hjá Picasso. Higartil dýrasti Picasso-málningurin var Les femmes d'Alger (Version O), sum varð málaður í 1955 og seldur fyri 179,4 milliónir dollarar - 1,1 milliard krónur - í 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald