Fyrr í dag bórust tíðindini um, at Philip prinsur er farin. Maður Elizabeth drotning av Bretlandi, hertogin av Edinburgh, gjørdist 99 ára gamal. Hann hevur havt hjartatrupulleikar og andaðist stillisliga á Windsor Castle í morgun.
Les eisini: Philip prinsur farin
Tað verður eisini við júst Windsor Castle, at Philip prinsur verður grivin, og tað er eftir hansara ynski. Jarðarferðin verður í St. George's Chapel á slottinum, skriva altjóða miðlar.
College of Arms, ið er ein myndugleiki, sum hoyrir undir húskinum hjá drotningi og sum samskipar jarðarferðina, hevur í dag staðfest, at talan ikki verður um eina ríkisjarðarferð. 
Orsakað av koronufarsóttini verður almenningurin biðin um at halda seg burtur í samband við alt, ið hevur við jarðarferðina at gera. 
Bretar syrgja í dag teirra prins, og nógv hava víst sína samkenslu við slottið og aðrastaðni. Millum tey, sum hava víst samkenslu í fráboðan, eru drotning Margretha - Philip prinsur varð føddur inn í danska og griska kongahúsið - og Boris Johnson. Bretski forsætisráðharrin vísti í røðu síni millum annað á stóra innstastin hjá prinsinum í seinna hemsbardaga, har hann tænti í bretska flotanum, og hvussu hann altíð hevur staðið við lið drotningsins og gingið á odda á ymsan hátt.
Føroya Løgmaður hevur eisini sent bretska kongshúsinum kongshúsinum samhugaskriv. Í skrivinum sigur løgmaðu at hann vegna Føroya fólk og Føroya landsstýri sýnir samkenslu við hennara hátign Elisabeth drotning, bretska kongshúsinum og bretska fólkinum, nú Philip prinsur andaðist.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/09/890x590/1617983927azws3qzoaz.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/09/890x590/1617983923maler8rl6m.jpg)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/09/890x590/1617983919bptfjwqqhm.jpg)
Elizabeth drotning og Philip prinsur vóru gift í 74 ár (Mynd:EPA)
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald