Mentan

Peter Storm Wich ljóðmaður í loyndum í Egyptalandi

Svenskur filmur úr Egyptalandi næst á skránni hjá Filmsfelagnum

Svenski Fares Fares hevur høvuðsleiklutin í filminum

Svenski Fares Fares hevur høvuðsleiklutin í filminum

2025-11-13 22:04 Author image
Innsent
placeholder

“Eagles of the Republic” er triði filmur í arabiskt mæltu Cairo røðini hjá svenska Tarik Saleh. Fyrru filmarnir eru “The Nile Hilton Incident” (2017) og “Boy from Heaven” (2022), sum Filmsfelagið hevur víst.

Hesin triði og nýggi filmurin varð frumsýndur í høvuðskappingini um Gylta Pálman, Palme d’Or, á stevnuni í Cannes í ár. Samstundis varð filmurin valdur sum svenskt umboð í Oscarkappingini um besta altjóða film, Best International Feature Film.

"Eagles of the Republic" verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin hin 19. novembur. Tá fer Ole Wich at innleiða filmin, sum sonurin, Peter Storm Wich, tónameistari, hevur gjørt ljóðið til, ofta undir loyniligum og hóttandi umstøðum í Egyptalandi.

[object Object]
Peter Storm Wich (Savnsmynd: Birgir Kruse)

Í filminum hevur svenski, Fares Fares, høvuðsleiklutin, sum best umtókti sjónleikari í Egyptalandi, George Fahmy. Hann verður noyddur at spæla við í filminum, sum landsins hægstu myndugleikar hava bílagt. Hann sær ongan annan útveg, enn at geva seg undir kravið, taka við leiklutinum og spæla við í propagandafilminum, sum náðileyst setur hann mitt í landsins kjarnumakt. Sum ein firvaldur á nátt verður hann drigin, ikki bara at hitandi bjarta eldinum, men eisini at tølandi vøkru konuni hjá herovastanum, ið sum ein annar bókhaldari hevur øll viðurskifti í filmsframleiðsluni um hendi.

Filmsfelagið visir “Eagles of the Republik” í Havnar Bio mikukvøldið 19. november kl. 20

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder