Uttanlands

Peter Madsen royndi at flýggja úr fongslinum

Men er eftir øllum at døma handtikin aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-20 11:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Morðdømdi danski kavbátabyggjarin, Peter Madsen, var fyrr í dag handtikin eftir eina roynd at flýggja úr fongslinum, har hann situr lívstíðardóm sín. Hetta veit TV2 at siga.

Løgreglan í Keypmannahavn upplýsir á Twitter, at tey hava handtikið ein mann, men siga ikki meira um tað.

- Vit kunnu vátta, at vit hava handtikið ein mann eftir eina rýmingarroynd, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni við TV2. Upplýst verður eisini, at økið nú er avbyrgt, meðan ”arbeiði fer fram”. Løgreglan vil ikki siga, um talan er um Peter Madsen, skrivar TV2.

Sambært Ekstra Bladet eru nógv løgreglufólk í Albertslund, har fongslið Herstedvester liggur, og har Peter Madsen situr dóm sín.

Advokaturin hjá Peter Madsen, Bettina Hald Engmark, sigur við TV2, at hon einki veit um málið.

Peter Madsen varð 26. september 2018 dømtur lívstíðarfongsul fyri drápið á svenska journalistin Kim Wall.

Hann hevur verið fongslaður síðan 11. august 2017, tá hann varð bjargaður í land í Dragør eftir at kavbáturin Nautilus sakk í Køge Bugt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder