
Læknin og psykiatarin, sum er kendur úr sjónvarpi m.a. fyri "Hjerne-Madsen" er deyður, 65 ára gamal, upplýsir familja hansara fyri Ritzau í dag.
Peter Lund Madsen var seinnapartin í gjár ávegis úr Havnsø til Keypmannahavnar á súkklu, tá hann eftir øllum at døma gjørdist illa fyri. Fólk funnu hann í vegjaðaranum og boðaðu løgregluni frá. Hann varð flogin til Ríkissjúkrahúsið, men tá hann kom fram var hann deyður.
Peter Lund Madsen var serfrøðingur innan heilan og fekk m.a. doktaraheiti fyri sínar kanningar av blóðrenslinum hjá heilanum og broytingarnar við ymiskum stigum av tilvitsku.
Hann gjørdist í 1998 vertur fyri sjónvarpssendingini "Hjerne-Madsen" og varð kendur fyri á ein undirhaldandi hátt at greiða frá torførum vísindaligum evnum, so tey vórðu løtt at skilja. Hann hevur eisini gjørt bæði tilfar til útvarp og sjónleik, ofta saman við beiggjanum, journalistinum Anders Lund Madsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald