Uttanlands

Peru: Leggur frá sær aftaná fýra dagar sum forsætisráðharri

Héctor Valer er lagdur undir at hava framt harðskap móti konu og dóttir hansara, og nú skal suðuramerikanska landið hava nýggjan forsætisráðharra fyri fjórðu ferð í seks mánaðir

Mótmæli móti nýggju stjórnini í Peru leygardagin (Mynd: EPA)

Mótmæli móti nýggju stjórnini í Peru leygardagin (Mynd: EPA)

2022-02-06 13:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

63 ára gamli Héctor Valer fer frá sum forsætisráðharri í Peru eftir bert at hava verið í sessinum í fýra dagar. Tað váttaði hann sjálvur í gjár.

Hendan fráboðanin kemur í kjalarvørrinum á skuldsetingar um harðskap móti konu og dóttir hansara. Sambært løgreglurapport frá 2016 vil dóttirin m.a. vera við, at hann hevur sligið og sparkað hana í andlitið og aðrastaðni á kroppinum.

Héctor Valer sigur tó, at løgreglurapportin er følsk.

Pedro Castillo, forseti í Peru, skal nú velja nýggjar ráðharrar. Núverandi stjórnin er tann triðja, sum Peru hevur havt seinasta hálva árið. 

Héctor Valer náddi ikki eingongd at sita sum forsætisráðharri í eina viku, áðrenn hann legði frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder