placeholder
Uttanlands

Persónur í USA vunnið 9,5 milliardir krónur

Ein persónur í amerikanska statinum Illinois hevur vunnið høvuðsvinningin í spælinum Mega Millions

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-07-31 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrradagin var ein persónur í USA so heppin at vinna 1,3 milliardir dollarar, ið svarar til nærum 9,5 miliardir í okkara krónum.

Viðkomandi, sum enn ikki hevur gjørt vart við seg, sambært amerikanska miðlinum ABC, hevði røttu vinnaratølini í spælinum Mega Millions. Lutaseðilin varð seldur í statinum Illinois.

Orsøkin til, at vinningurin var so stórur er, at eingin vinnari er funnin 29 ferðir á rað, skrivar DR.

Kjansurin fyri at vinna høvuðsvinningin verður mettur at vera ein útav 302,5 milliónir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder