Mentan

Pernille gjørdist 75.000 krónur ríkari

Gekkurin næsta fríggjakvøld verður 1,4 milliónir

2019-11-08 20:40 Author image
Sverri Egholm

Eingin ovur stór upphædd fór í Gekkinum í kvøld, men 75.000 krónur eru eisini pengar.

Pernille Jørgensen, sum í kvøld var til arbeiðis á ellisheiminum á Sýnini í Miðvági, var so heppin at sleppa ígjøgnum við fullari plátu.

Hon snaraði einaferð, og endaði á 15.000 krónum. Av tí at hetta var fyrsta royndin, verður tað faldað við fimm, sum gevur 75.000 krónur.

Pernille tók av hesum, og gjørdist 75.000 skattafríar krónur ríkari umframt at hon fær 500 krónur fyri seðilin.

Næsta fríggjakvøld verður Gekkurin 1,4 milliónir krónur.

placeholder
placeholder