Uttanlands

Peltola vann á Palin um at umboða Alaska

Tað eydnaðist ikki fyrrverandi varaforsetavalevninum at fáa sess í amerikanska umboðsfólkatinginum

Mary Peltola, er av yupik-fólkaslagnum. Verður bæði fyrsti innføddi og fyrsta kvinnan fyri Alaska í umboðsfólkatinginum

Mary Peltola, er av yupik-fólkaslagnum. Verður bæði fyrsti innføddi og fyrsta kvinnan fyri Alaska í umboðsfólkatinginum

2022-09-01 07:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi valevnið til at gerast varaforseti í USA, Sarah Palin, hevur tapt stríðið um at gerast limur í amerikanska umboðsfólkatinginum fyri statin Alaska.

Í gjár gjørdist greitt, at tað gjørdist demokraturin, Mary Peltola, sum vann sessin, skrivar AP tíðindastovan.

49 ára gamla Peltola, sum er av yupik-fólkaslagnum, verður bæði tann fyrsti innføddi úr Alaska í umboðsfólkatinginum, og eisini tann fyrsta kvinnan.

Longu í november skal hon royna at verða afturvald, tí valið hesaferð snúði seg bert um at velja eitt umboð fyri republikanaran, Don Young, sum doyði í marts, fyri tað, sum er eftir av hesum valskeiðinum.

[object Object]
Sarah Palin (Savnsmynd: EPA)

Valið gjørdist eitt vónbrot fyri Sarah Palin, sum vildi sleppa aftur í politikk 14 ár eftir, at hon gjørdist heimskend, tá John McCain valdi hana til varaforsetavalevni sítt á forsetavalinum í 2008.

Hon hevði eina bakgrund sum væl umtóktur borgarstjóri og guvernørur í Alaska, men í valstríðnum gjørdi hon mest vart við seg við síni vantandi politisku vitan á tí stóra pallinum.

McCain og Palin taptu valið, men Palin gjørdist kortini ein stjørna millum konservativ, og ein leiðandi persónur í høgravendu Tea Party-rørsluni.

Hon skrivaði eina sjálvævissøgu, sum seldi nógv, og var vertur á fleiri sjónvarpssendingum. Sarah Palin varð eisini mett at vera ein av heimsins mest máttugu persónunum av tíðarritinum Time.

Seinastu árini hevur verið meira friðarligt rundan um hana. Undir valstríðnum hesaferð, hevur 58 ára gamla Palin fingið stuðul frá fyrrverandi forsetanum, Donald Trump, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder