Innanlands

Peikar Miðflokkurin á ein samkyndan forsætisráðharra? Tað kemur ikki upp á tal

Nei, Miðflokkurin fer ikki at peika á Søren Pape Poulsen, um tað skuldi verið aktuelt

Jenis av Rana og Bill Justinussen í Andglettinum hjá Kringvarpinum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

Jenis av Rana og Bill Justinussen í Andglettinum hjá Kringvarpinum (Skíggjamynd: Kvf.fo)

2022-10-25 10:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Miðflokkurin fer ikki at peika á Søren Pape Poulsen, formann í konserativa flokkinum, sum nýggjan danskan forsætisráðharra.

Tað gjørdi Jenis av Rana, formaðurin í Miðflokkinum, greitt í Andglettinum í útvarpinum fyri løtu síðani.

Ein lurtari spurdi, um flokkurin fór at stuðla og peika á ein samkyndan forsætisráðharra. Konservativi formaðurin, Søren Pape Poulsen, er samkyndur.

- Tað kemur ikki upp á tal, segði Jenis av Rana greiður.

- At liva sum homoseksuellur er í stríð móti tí grundlóg, sum eg havi, sum Miðflokkurin hevur, og sum eg haldi eisini Føroyar hava, segði Jenis av Rana.

- Eg vóni, at tað ikki verður aktuelt, segði hann í Andglettinum, har Jenis av Rana og Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkinm, vóru gestir fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder