Uttanlands

Pávin fordømir kynslig brotsverk

Katólska kirkjan hevur ikki megnað at koma kynsligum brotsverkum móti børnum í kirkjuni til lívs

2018-08-21 18:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frans pávi viðgongur nú, at katólska kirkjan ikki hevur megnað at tikið sær av teimum børnum, sum hava verið út fyri kynsligum brotsverkum í kirkjuni.

- Vit hava ikki víst nakra umsorgan fyri teimum minstu. Vit hava latið tey eftir, skrivar pávin sambært Reuters.

Pávin sigur nú, at katólska kirkjan eigur at gera eina roynd at viðganga brotsverkini, sum hava verið. Hann skrivar í brævi til allar katolikkar, at øll megi eigur at verða løgd í at steðga brotsverkunum og myrkaleggingini av teimum.

Pávin biður eisini í brævinum um fyrigeving frá teimum raktu fyri tað, sum er hent teimum.

Brævið frá pávanum kemur, eftir at ein kanning vísti, at 300 prestar í Pennsylvania í USA høvdu gjørt seg inn á fleiri enn 1000 børn, og at høgtstandandi persónar í kirkjuni í Pennsylvania og í Vatikaninum høvdu roynt at fjala brotsverkini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder