
Vatikanið bjóðar seg nú fram at vera vertur í friðarsamráðingunum millum Russland og Ukraina.
Tað hevur Leo pávi sagt á einum fundi við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj, í Italia í dag.
Zelenskyj takkaði fyri, og egði, at tað “er møguligt – við málinum at støðga russiska áganginum og fáa ein støðugan, varandi og ektaðan frið”.
Russland hevur tó fyrr víst aftur eitt tilboð Vatikaninum um at vera vertur fyri friðarsamráðingunum.
Grundgevingarnar eru, at Vatikanið er umgyrt av Italia, sum er eitt Nato-land, ið hevur stuðlað Ukraina síðan kríggið byrjaði í februar 2022.
(Mynd: EPA)
Zelenskyj vitjar í Italia fyri at vera við í eini ráðstevnu um endurbygging av Ukraina. Ráðstevnan verður hósdagin og fríggjadagin.
Leo pávi hevur í síni lutfalsliga stuttu tíð sum pávi lagt stóran dent á at arbeiða fyri at skapa frið í heiminum. Og hann hevur eisini fyrr havt Zelenskyj á vitjan. Tað var 18. mai, stutt eftir at pávin var útnevndur.
4. juni tosaði Leo í telefon við russiska forsetan Vladimir Putin. Sambært Vatikaninum brúkti pávin høvið til at taka ítøkilig stig til at fáa enda á tí meira enn trý ára langa krígnum millum Russland og Ukraina, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald