Innanlands

Partur av sløkkiliðnum hjá Kvívíkar kommunu í 35 ár

Hósdagin var fráfaringarløta fyri Ludvík Christiansen á kommunuskrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

2025-07-21 19:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin var ein lítil samkoma á skrivstovuni hjá Kvívíkar kommunu í sambandi við, at Ludvík Christiansen gevst eftir 35 ár sum sløkkiliðsmaður.

Petur Müller, sløkkiliðsleiðari segði nøkur orð og borgarstjórin Hans Jóhann Sørensen takkaði Ludvík fyri trúgv tænastu og handaði honum blómur og ein gávu.

Ludvík byrjaði sum sløkkiliðsmaður hjá Kvívíkar kommunu 26. januar í 1990.

– Hetta starv hevur hann røkt til fulnar, bæði til venjingar og tá boð hava verið eftir sløkkiliðnum. Tað hevur ikki altíð verið so tespiligt, tá sløkkiliðið hevur verið kallað út. Men trúliga hevur Ludvík møtt upp, skrivar kommunan.

– Fyri nøkrum árum síðan komu fleiri nýggj sløkkiliðsfólk í sløkkiliðið. Tá varð gott at hava ein sum Ludvík, til at leggja lag á. Eisini hevur hann verið góður í ráðum hjá nýggju fólkunum. Nú Ludvík er farin væl um pensiónsaldur, hevur hann valt at fara úr sløkkiliðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder