2025-11-03 14:34
Ein partur av miðaldartorninum Torre dei Conti í Rom er lutvíst rapaður, skrivar Reuters tíðindastovan.
Eitt av arbeiðsfólkunum fekk skaða og er innlagt á sjúkrahús við álvarsligum skaðum, meðan tvey onnur fingu smærri snuddir.
29 metra høga tornið stendur við Via dei Fori Imperiali, sum gongur niðan til Colosseum í Rom.
Tornið hevur ikki verið í brúki síðan 2006, men er undir umvæling í løtuni, sum liður í eini longri umvælingarverkætlan, sum eftir ætlan skuldi vera liðug næsta ár, skrivar dr.dk. Orsaka av umvælingararbeiðinum, hevur økið verið stongt fyri gongufólki.
![]()
Tornið Torre dei Conti stendur nærhendis Colosseum í Rom (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald