Innanlands

Parkeringsforboðsøki á Hjalla og Skarðshjalla

Skilaleys parkering í økinum hevur við sær, at atkomumøguleikarnir hjá neyðsynja- og virkisakførum ikki er nøktandi í dag, og tí verður parkeringsforboð lýst frá 24. oktober, boðar Tórshavnar kommuna frá

2022-10-22 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mánadegnum 24. oktober verður parkeringsforboð lýst á øllum vegøkinum á Hjalla og Skarðshjalla.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

– Skilaleys parkering í økinum hevur við sær, at atkomumøguleikarnir hjá neyðsynja- og virkisakførum ikki er nøktandi í dag, og tí er avgerð nú tikin um at lýsa parkeringsforboð fyri vegøkið, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder