Innanlands

Parasport Føroyar og Atlantsflog longt stuðulsavtalu

Avtalan hevur stóran týdning fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar fyri ítróttafólk við skerdum kropsligum førleika ella menningartarni

Tróndur Ravnsfjall, Parasport, Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways og Petur Elias Petersen, Parasport Føroyar

Tróndur Ravnsfjall, Parasport, Jóhanna á Bergi, Atlantic Airways og Petur Elias Petersen, Parasport Føroyar

2025-06-30 19:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Parasport Føroyar og Atlantic Airways hava longt stuðulsavtaluna til og við 2027.

Nýggja avtalan styrkir verandi samstarv, tryggjar framhald og hevur stóran týdning fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar fyri ítróttarfólk við skerdum kropsligum førleika ella menningartarni.

- Atlantic Airways hevur í mong ár verið ein tryggur og týdningarmikil samstarvsfelagi, serliga tá talan er um ferðing til kappingar uttanlands. Við nýggju avtaluni kunnu vit halda fram at bjóða okkara íðkarum bestu karmar, sigur Petur Elias Petersen, formaður í Parasport Føroyum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder