Innanlands

Par og stilla upp fyri hvør sín flokk

Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen fáa ofta spurningin “Stilla tit bæði upp”. Og ja, tað gera tey. Tey halda, at vit viðhvørt noyðast at leggja politiska litin til síðis og fyrihalda okkum til tað, ið verður sagt

Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen (Privatmynd)

Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen (Privatmynd)

2022-10-23 17:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Barbara Gaardlykke Apol og Bjarni Kárason Petersen eru par, men tey stilla eisini bæði upp til fólkatingsvalið - fyri hvør sín flokk.

Tey fáa ofta spurningin: “Stilla tit bæði upp?”.

- Hendan spurningin hava vit hoyrt ofta í seinastuni. Ja, vit stilla bæði upp – fyri hvør sín flokk. Og nei, tað er als eingin avbjóðing. Tvørturímóti, so halda vit tað vera eina styrki, skrivar Barbara Gaadlykke Apol á Facebook.

Hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin og Bjarni Kárason Petersen fyri Framsókn.

- Í Danmark verður nógv tosað um ”politikerlede”. Ein illvilji móti politikarum, nærum óansæð hvat hesi siga ella gera. Hetta síggja vit eisini í Føroyum. Hesin politikaraillviljin verður fyrst og fremst fóðraður av politikarum sjálvum. Ofta hava politikarir lyndi til at leggja eftir hvørjum øðrum, bara politiski liturin er ein annar. Hetta kann skjótt skapa eitt ósunt kjak, sum í ringasta føri skaðar fólkaræðið, skrivar hon.

- Vilja vit gera upp við hendan illviljan, noyðast vit viðhvørt at leggja politiska litin til síðis og fyrihalda okkum til tað, ið verður sagt. Líka sum vit gera hvønn dag við hús. Hetta merkir kortini ikki, at ikki ber til at kjakast. Og trúgvið okkum, tað gera vit gott nokk eisini, skrivar Barbara Gaardlykke Apol.

Fólkatingsval verður í Føroyum mánadagin 31. oktober.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder