Uttanlands

Pápi Mary drotning deyður

John Donaldson andaðist á Tasmania, 84 ára gamal

John Donaldson eftir vitjan á Ríkissjúkrahúsinum í januar 2011, tá táverandi Mary krúnprinsessa hevði átt tvíburarnar Vincent prins og Josephine prinsessu (Mynd: EPA)

John Donaldson eftir vitjan á Ríkissjúkrahúsinum í januar 2011, tá táverandi Mary krúnprinsessa hevði átt tvíburarnar Vincent prins og Josephine prinsessu (Mynd: EPA)

2026-04-12 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pápi Mary drotning, John Dalgleish Donaldson er deyður, boðar danska kongshúsið frá í morgun.

John Donaldson, sum sambært konshúsinum "leingi hevði verið merktur av aldri sínum", andaðist í Hobart á Tasmania, 84 ára gamal.

– Mítt hjarta er tungt, og tankar mínar eru gráar. Elskaði pápi mín er deyður, skrivar drotningin m.a. í fráboðanini.

John Dalgleish Donaldson varð føddur í skotska høvuðsstðanum Edinburgh 5. september 1941. Seinni flutti hann til oynna Tasmania sunnanfyri Avstralia, har Mary drotning bleiv fødd.

John Donaldson hevur lisið støddfrøði og alisfrøði í Edinburgh og fekk sær eina ph.d. frá universitetinum í Tasmania, har hann eisini gjørdist professari, deildarleiðari og dekanur.

Seinast drotningin vitjaði pápa sín var síðst í mars. Tá vóru kongshjúnini eisini á statsvitjan í Avstralia.

Skipað verður fyri privatum minningarhaldi seinni, skrivar danska kongshúsið.

[object Object]
John Donaldson í brúdleypi hjá dóttrini, Mary 14. mai 2004 (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder