Innanlands

Páls Høll letur nú upp aftur

Seinastu tíðina hevur virksemi verið nógv darvað av, at Suðuroyggin meira ella minni hevur koyrt uppá grønu orku, og at tað ikki hevur verið møguleiki at hita høllina. Arbeitt verður við varandi grønari loysn, men í fyrstu syftu er eitt oljufýr sett upp

2022-10-27 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu mongu vikurnar hevur virksemið í Páls høll verið nógv tarnað av, at Suðuroyggin, so ella so, hevur koyrt uppá grøna orku. Hetta tí, at tað ikki hevur verið møguligt at hita hyljar, hølir og annað í høllini, og tí hevur verið stongd nógvar dagar.

Hetta er ein keðilig støða at verða komin í, ásannaði meirilutin í Vágs býráð í skrivi fyri tveimum vikum síðani:

- Í løtuni er ongin skúlabarnasvimjing, ongin almenn svimjing og Susvim trenar nú á Tvøroyri, so hetta er ikki ein nøktandi støða fyri okkara borgarar. Tí er tað átroðkandi at finna eina loysn, og bíðað verður eftir røttu grønu loysnini.

Fleiri veitarar eru, sum arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn til Páls Høll, skrivar vagur.fo. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni.

- Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs Kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Páls Høll, tá eingin hiti kemur frá SEV,

Soleiðis segði borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen í síðstu viku og lagt varð afturat, at væntandi verður Páls Høll opin aftur í hesari vikuni.

[object Object]

Nú hevur kommunan so kunngjørt, at almenn svimjing og vanligt virksemi verður aftur. Tað er í dag, at latið verður upp aftur. 

Eitt oljufýr er sett upp sum ein fyribils loysn fyri at hita høllina. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder