Innanlands

Pallborðsfundur: List sum samfelagslig íløga

Føroya Fólkaháskúli og LISA skipa í felag fyri pallborðsfundi kl. 17 – Valevni frá øllum flokkunum luttaka, og Barbara Holm er orðstýrari

Tiltakið verður á Føroya Fólkaháskúla klokkan 17 (Savnsmynd)

Tiltakið verður á Føroya Fólkaháskúla klokkan 17 (Savnsmynd)

2026-03-25 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroya Fólkaháskúli og LISA skipa í felag fyri pallborðsfundi um list og mentan seinnapartin.

Pallborðsfundurin verður á Føroya Fólkaháskúla klokkan 17.

Í Føroyum er list ein virkin partur av samfelagnum – Hon ávirkar hvussu vit hugsa, kenna og virka – og hevur beinleiðis týdning fyri trivnað, sálarheilsu og kensluna av at hoyra til.

Men list er eisini ein demokratisk kraft. Hon gevur pláss til fleiri røddir, skapar rúm fyri ósemju og nýggjum sjónarmiðum, og styrkir okkara evni at hugsa kritiskt og sjálvstøðugt.

Eitt livandi fólkaræði krevur eitt livandi listaligt rúm, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Á pallborðsfundinum verður listin sett á breddan, har valevni frá øllum flokkunum koma at siga frá teirra hugsanum um tað listaliga økið. Orðstýrari verður Barbara Holm.

Tiltakið er alment og ókeypis, og eftir pallborðsfundin ber til at hyggja í felag eftir forfólkaumfarinum hjá Kringvarpinum á stórskíggja úti á háskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder