Mentan

Páll Brim í Kolshøll

Fríggjakvøldið bjóðar mentanarhøllin á Eiði til konsert

2022-09-20 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 23. september verður forkunnug konsert á skránni í Kolshøll, sum er navnið á mentanarhøllini, ið er innrættað í gomlu fimleikarhøllini í skúlanum á Eiði.

Tað er klaksvíkingurin Páll Brim, sum við bólkið fer at framføra. Tónleikaliga hevur Páll Brim fingið íblástur frá millum annað John Denver og Elton John og í 2020 gav han út EP’ina ”Starting Over”.

Konsertin í Kolshøll verður fríggjakvøldið kl. 20.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder