Uttanlands

Palestinskur journalistur dripin til arbeiðis á Vestara áarbakka

Palestinar og sjónvarpsstøðin Al-Jazeera halda fast um, at tað vóru ísraelskar herdeildir, sum drupu Shireen Abu Akleh

Shireen Abu Akleh (Mynd: EPA)

Shireen Abu Akleh (Mynd: EPA)

2022-05-12 11:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Palestinsk-amerikanski journalisturin Shireen Abu Akleh varð í gjár dripin av skotum meðan hon var til arbeiðis nærhendis eina flóttafólkalegu í Jenin á Vestara áarbakka.

Filmsbrot frá deyðsstaðnum vísa, at Shireen Abu Akleh varð skotin, hóast hon og starvsfelagar hennara bóru blá-hvítar verjuvestar við áskriftini “press” bæði á bringu og ryggi.

Journalistar, sum vóru til staðar siga, at tað vóru ísraelsk herfólk, sum loystu deyðiligu skotini av.

Sjónvarpsstøðin Al-Jazeera við høvuðssæti í Katar, hevur lagt ein filmin út á Twitter um hendingina. Filmsbrotið sæst við at trýsta á leinkjuna herundir:

Í samrøðu við bretska miðilin Guardian, sigur Shatha Hanaysha, journalistur á Quds News Network, soleiðis:

- Tey hildu fram at skjóta eisini eftir at hon var fallin til jarðar. Ongin av okkum kundi fara yvir til hennara. At enda kundi ein maður koma henni til hjálpar og leggja hana á liðina.

[object Object]
Shireen Abu Akleh var í trygdarvesti, sum tíðindafólk brúka í krígsstøðu, tá hon varð rakt av skotum í gjár (Savnsmynd: EPA)

- Vit vóru ein bólkur av journalistum, sum allir høvdu “press”-vestar. Shireen var enntá í hjálmi, so tað er greitt, at tey, sum skutu, gjørdu sær ómak at raka óvardar partar av kroppinum.

- Hetta var ein avrætting, sigur Shatha Hanaysha.

Royndur journalistur

Shireen Abu Akleh var tann mest royndi krígsjournalisturin hjá Al-Jazeera. Í tvey áratíggjur hevur hon dekkað gerandisdagin hjá palestinum undir ísraelsku hersetingini.

Stutt eftir skottilburðin í gjár kom ísraelski herurin við eini fráboðan, sum gav palestinskum bólkum ábyrgdina fyri drápið, skrivar yle.fi.

Ísraelski mannarættindafelagsskapurin B’Tselem kundi tó vísa á, at filmsupptøkurnar, sum skulu prógva hetta, eru gjørdar umleið 300 metrar frá staðnum, har Shireen Ebu Akleh varð dripin.

Seinni tók ísraelski herurin sínar skuldsetingar móti palestinskum bólkum aftur, og hevur boðað frá, at tað er ógreitt, hvussu Al-Jazeera journalisturin doyði. Ísrael lovar nú at kanna málið.

- Í núverandi støðu kunnu vit ikki siga nakað við vissu. Vit harmast um hennara deyða, segði ovastin fyri ísraelska herin, Aviv Kochavi.

- Morð við køldum blóði

Sjónvarpsstøðin Al-Jazeera kallar hendingina fyri morð við køldum blóði.

- Hetta er eitt eyðsýnt dráp, í stríð við altjóða lógir og siðvanar. Ísraelska hersetingarvaldið avrættaði journalistin hjá Al-Jazeere í Palestina við køldum blóði, verður sagt í fráboðan frá sjónvarpsstøðini.

Bæði ES og USA hava fordømt drápið av Shireen Abu Akleh. ES krevur, at ein gjøllig óheft kanning verður gjørd av hendingini, meðan USA sigur, at kanningin má vera gjøllig, og at tey seku mugu stillast til svars.

Ísrael boðaði fyrst frá, at landið sjálvt fór at kanna málið. Men seinni bað Ísrael um, at kanningin verður gjørd í samstarvi við palestinskar myndugleikar.

Palestina hevur hinvegin boðað frá, at tey ikki ætla sær at lata kúluna, sum drap Shireen Abu Aklet, til nakran annan, fyrr enn ballistiska eftirkanningin liggur klár.

51 ára gamla Shireen Abu Akleh hevði bæði palestinskan og amerikanskan ríkisborgaraborgaraskap, skrivar YLE við AP tíðindastovuni, Guardian og Al-Jazeera sum keldum. 

[object Object]
Í Palestina syrgja tey deyðu tíðindakvinnuna. Her er tað palestinskir journalistar uttan fyri føðikirkju Krists í Betlehem á Vestara áarbakka (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder