Innanlands

Ozzy Osbourne deyður

Enski tónleikarin doyði í morgun, 76 ára gamal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-22 19:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rockstjørnan Ozzy Osbourne, sum var forsangari í Black Sabbath, er deyður, 76 ára gamal.

Í fráboðan frá familju hansara, verður skrivað, at hann doyði í morgun umgirdur av famiilju og kærleika, skriva BBC og Danmarks Radio.

Fyri nøkrum vikum síðan hevði hann og Black Sabbath eina farvælkonsert fyri 40.000 áhoyrarum í Birmingham í Bretlandi.

[object Object]Mynd frá 2020 (Mynd: EPA)

Black Sabbath byrjaði í 1968 í Birmingham og síðan er bólkurin farin sundur og komin saman aftur fleiri ferðir.

Ossy Osbourne upplýsti í 2020, at hann hevði sjúkuna Parkinsons, og tað var orsøkin til, at hann árið frammanundan útsetti eina konsertferð. Í 2022 varð hann skurðviðgjørdur í rygginum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder