2025-05-28 17:48
            
        
        
                
            Tað var nógvur roykur at síggja, og fleiri fólk niðri í Havn hildu, at eldur vóru í onkrum húsum uppi í Hoyvíkshaganum.
Men tað var ‘bara’ ein gravkúgv, sum kolaðist upp.
Fráboðanin um eldsbrunan kom klokkan nakað yvir 16 seinnapartin. Av einhvørjari orsøk kom eldur í eina gravimaskinu, sum stóð á einum uppdyrkingarvegi, sum bóndin á Vatnaskørum er við at gera.
Sløkkiliðið fór á staðið og fekk bast eldinum. Enn vita tey ikki, hví eldurin kyknaði, verður upplýst av løgreglustøðini.
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald