Innanlands

Ove fingið Kongens Fortjenstmedalje

Ove Berg Jacobsen fekk farna fríggjadag handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2026-02-26 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 20. februar var hátíðarhald í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Ove Berg Jacobsen fekk handað Kongens Fortjenstmedalje fyri 40-ára trúgva tænastu í Sjúkraflutningstænastuni.

Landssjúkrahúsið skrivar soleiðis:

– Í yvir 40 ár hevur hann verið har, tá tørvurin var størstur. Í regni og kava, nátt sum dag – altíð klárur at hjálpa. Tað er ikki bara eitt starv. Tað er eitt kall.
Sjúkraflutningstænastan er tryggleikin, vit líta á, tá lívið er viðbrekið. Og í mong ár hevur Ove verið ein partur av júst tí tryggleikanum. Eitt kent andlit, ein rólig rødd, ein hjálpandi hond.

– Takk, Ove, fyri títt stóra hjarta og títt trúfesti.

[object Object]
(Mynd: Landssjúkrahúsið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder