Innanlands

Óvanliga nógvir bátar á veg til Íslands

Løgreglan hevur havt úr at gera at passkontrollera bátar

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-06-17 09:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Óvanliga nógvir bátar vóru í gjár á veg til Íslands umvegis Føroyar. Løgreglan hevði úr at gera við at passkontrollera bátarnar. Talan var um smábátar og sokallaðar stuttleikabátur.

Fyrst var talan um ein bát úr Hollandi, sum kom á Havnina og skuldi víðari til Íslands. Seinni á degnum komu tveir aðrir bátar úr Skottlandi, sum skuldu somu leið.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tað er óvanligt at løgreglan hevur so nógv at gera við passkontroll av bátum, sum koma til Føroyar ávegis til Íslands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder