Innanlands

Ov stóra ferð og ov tunga last

Tríggir bilførarar fingu bøtur í gjár

2025-11-07 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein bilførari hevur fingið klipp í koyrikortið eftir at ein ferðmáting millum Hvalvík og Áir í gjár vísti ein persónbil, sum varð máldur at koyra 103 kilometrar um tíman.

Á sama strekki var ein vørubilur støðgaður, tí mett var at hann hevði eitt heldur tungt less í vogninum aftur úr sær. Ferðsluløgreglan hevði vekt við, og vigaði bil og viðfestivogn, sum tilsamans vigaðu um 5.500 kilo.

Bilførarin hevði ikki koyrikort til so tungan bil, og fær tí eina bót. Tað krevur serligt loyvi í koyrikortinum at koyra við tungum lessi. Við vanligum koyrikort er ikki loyvi at sleipa meira enn 750 kilo, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Bilvektin varð eisini tikin í brúk til ein tungan lastbil, sum varð støðgaður í Søldarfirði.

Bilurin vigaði 36,5 tons við lessi. Hægst loyvda samlaða vektin er 32 tons, so bilurin varð lessaður við eini yvirvekt á 4,5 tons. Bilførarin fekk bót, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder