Innanlands

Ótolnast eftir at okkurt hendirvið Suðuroyartunnlinum

Heðin Mortensen hevur sett eftirmanni sínum í landsstýrinum skrivligan fyrispurning

Heðin Mortensen, her saman við stjóranum fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Teiti Samuelsen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Heðin Mortensen, her saman við stjóranum fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlar, Teiti Samuelsen (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-11-08 14:07 Author image
Ingi Samuelsen

Undanfarni landsstýrismaðurin við samferðslumálum ótolnast eftir, at farið verður í gongd við forkanningarnar at bora tunnil til Suðuroyar.

Heðin Mortensen, fyrrverandi landsstýrismaður við samferðslumálum, hevur tí í dag sett eftirmanni sínum, Jørgen Niclasen, sum umframt at vera fíggjarmálaráðharri eisini er landsstýrismaður við samferðslumálum, ein skrivligan spurning um Suðuroyartunnilin.

Hann spyr tí, um ætlanin er at stovna eitt tunnilsfelag at standa fyri Suðuroyartunnlinum og um nær eitt slíkt felag væntandi verður sett á stovn. Eisini spyr hann, um forkanningar og fyrireikingar verða gjørdar nú meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum fer fram.

Heðin Mortensen vísir á frágreiðingina, sum ein arbeiðsbólkur lat samferðslumálaráðnum í summar, har víst varð á fleiri týðandi samfelagsligar fyrimunir við einum Suðuroyartunli.

Sambært arbeiðsbólkinum verður í fyrsta lagi koyrandi til Suðuroyar í 2030, um arbeitt verður skjótt. Tá er Smyril næstan 25 ára gamal og neyvan í sama standi sum í dag, og tí mælti arbeiðsbólkurin til at gera eina verklagslóg og stovna eitt alment partafelag skjótast, umframt at seta partapening í felagið, so farast kann undir neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar.  

placeholder
placeholder